Nú kemur kuldin

Kunnu vænta hegling, vátakava og kava komandi dagarnar.

Í morgun fer at regna og hitin liggum um 5 og 9 stig. Seinnapartin verður 5 - 10 m/s av útnyrðingi, og í nátt fellur hitin til millum 0 og 5 stig. 

 

Í morgin verður 10 - 15 m/s av útsynningi, og seinni snarar hann í ein útnyrðing, og vindurin fellur til 8 - 13 m/s. Tað verður skiftandi skýloft við fleiri ælum, og tað kann fara at vera heglingur ella vátakavi. Hitin millum 1 og 5 stig. 

 

Sunnudagin verður 5 - 10 m/s av útnyrðingi og norði. Nakað av sól, og einstøk æl, og vit kunnu vænta vátakava ella kava. Hitin alt samdøgrið millum 2 kuldastig og 4 hitastig.