Nú kemur hon út í Statunum

Bindibókin Bundnar Søgur hjá møðgunum Svanhild Strøm og Marjuni Biskupstø verður nú útgivin í USA.

 

Í fyrraárið góvu møðgurnar Svanhild Strøm og Marjun Biskupstø út bókina Bundnar Søgur fyrst í Noregi, síðani Danmark og so í Føroyum, og 5. februar verður bókin útgivin í USA.

 

Svanhild Strøm er høvuðsdesignari hjá Dale of Norway, ein av elstu fyritøkunum í Noregi og í verðini. Gerandisdagurin snýr seg um binding, ull, eygu og umfør, bæði tá hon er heima í Noregi og tá hon er úti í heimi í arbeiðsørindum.

 

Svanhild Strøm hevur í samrøðu við Sosialin áður greitt frá, at tað var á sumri 2015, at ein norskur redaktørur setti seg í samband við seg, tí hann hevði sæð bókina Føroysk Bindingarmynstur eftir Hans Marius Debes.

- Hann ynskti at gera eina øðrvísi bindibók. Eina vakra bók, sum fólk ynsktu at hava liggjandi frammi. Eg loftaði tí og sá hetta sum ein góðan møguleika at varpa ljós á nakað, sum eg gangi høgt upp í og arbeiði við dagliga.

 

Soleiðis føddist uppskotið til Bundnar Søgur, sum nú eisini verður útgivin í USA undir heitinum Faroe Island Knits.