Nú kemur gongd á nýggja ellis-og røktarheimið í Vági

Gongst sum ætlað, verður farið undir sjálva byggingina av nýggja ellis-og røktarheiminum í Vági í novembur

Nú fer rættilig gongd at koma á arbeiðið at byggja nýggja og nógv umrødda ellis-og røktarheimið í Vági.

Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági og limur í bygginevndini, sigur, at gongst sum ætlað, verður farið undir sjálva byggingina í novembur.

Ætlanin er at bjóða verkætlanina út í tveimum, so at jørð og betong arbeiðið er í einari útbjóðing og so at restin er í einari útbjóðing.

Væntandi kann heimið so takast í nýtslu í 2009.

Tíðin higartil er farin til at fyrireika byggingina og tað er kanska eitt sindur fløktari enn vanligt, tí ein depil fyri sinnisveik er knýttur upp í ætlanina og skal hava felags hentleikar við ellis-og røktarheimið. Tó at talan verður um tveir ymsar og púra atskildar stovnar.

Men heimið fyri sinnisveik er ein landsstovnur burturav, sum kommunurnar onki hava við at gera.

Og tað er ikki fyrrenn nú, at greiða er fingin á, hvørjir felags hentleikar vera og sostatt er tað heldur ikki fyrrenn nú, at arkitekturin er sloppin ígongd at tekna,so nú fer hann rættiliga til verka.

Á heiminum fyri sinnisveik, eru pláss fyri átta búfólkum, men pláss verður eisini fyri tveimum plássum til fólk, sum eru til umlætting.

Í ellis og røktarheiminum er ætlanin at gera 24 pláss, harav ætlanin er at átta pláss skulu vera til minnisveik. '

Sostatt er pláss fyri tilsamans 34 í verkætlanini í Vági.

Men heimið verður bygt í trimum eindum við átta plássum í hvørjari eind og tað gevur møguleikar at skipa eindirnar ímillum ellisheim, røktarheim, heim til minnisveik o.s.fr., alt eftir, sum tørvurin er.

Landsverk skal átaka sær byggileiðsluna í sambandi við heimið fyri sinnisveik og tí er avtala gjørd við Landsverk um at átaka sær byggileiðsluna av allari verkætlanini, so at alt er undir somu leiðslu, tí so er tað lættari at samskipa.

Tað eru framvegis tær fýra kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt, altso Sumbiar- Vágs-Porkeris og Hovs Kommuna, sum eru við í ætlanini.

Í bygginevndini sita Snæbjørn Vestergaard, fyri Sumbiar Kommunu, Sølvi Andreasen og Kirstin Strøm Bech fyri Vágs Kommunu, Eli Frederiksen fyri Porkeris Kommunu og Delmar Tausen fyri Hovs Kommunu. Fyri Nærverkið er Jeannie í Lágabø í nevndini.

Harafturat er ein faklig nevnd vald. Hon er mannað við sjúkrarøktarfrøðingunum Honnu Ryggshamar í Vági, Margreth Thomsen í Sumba og Jonhild Bech í Porkeri. Vigdis Nolsøe, ergoterapeutur, og fysioterapeutarnir,Thurid kjærbo og Kirstin Ludvig eru eisini við í fakligu nevndini, sum skulu ráðgeva í sambandi við byggingina.