Nú kemur Galaxy aftur at sigla fyri Smyril

Galaxy fekk mangt høggið yvir seg, seinast hon var her, men Strandferðslan heldur at hon royndist væl

Tað er nú greitt, at tá ið Smyril fer í dokk í semptember næsta ár, verður tað aftur grikska ferjan, Galaxy, sum skal røkja suðuroyarsiglingina fyri Smyril. Tað er greitt eftir at Strandferðslan nú hevur skrivað undir sáttmála European Seaways um at leiga ímeðan Smyril er í dokk.

 

Strandfeðslan sigur, at hinvegin hevur European Seaways eisini eina aðra ferju, ið er nakað størri enn Galaxy, og sum kanska er betur hóskandi til suðuroyarsiglingina enn Galaxy er. Tískil er tað eisini við í sáttmálanum, at Srtandferðslan kann býta um við hesa ferju, um so er, at øll loyvi krevjast, kunnu útvegast.

 

Galaxy var eisini avloysaraskip tá ið Smyril var í dokk í apríl og mai í fjør. Tá fekk hon mangt høggið yvir seg ímillum manna, serliga tí hon hevði so leingi um at leggja at – og eisini fyri at hon eina ferð vendi aftur á veg til Havnar.

 

Men tá ið Strandferðslan eftirmetti støðuna, var niðurstøðan, at Galaxy hevði roynst væl. Av teimum 23 døgunum, hon sigldi, varð ongin túrur avlýstur fyrstu 18 dagarnar, men seinastu fimm dagarnar vórðu sjey túrar avlýstir, fyri eysturætt, streym og eftir avgerð hjá skiparanum.

 

Tann minniliga túrin, Galaxy, vendi aftur á veg til Havnar var tað eftir avgerð frá grikska skiparanum, tí hann ikki fekk upplýsingar um alduhæddina av einum servara hjá Landsverk, sum ikki riggaði. Og tað avgerðina stuðlaði Strandferðslan.