Nú kemur frágreiðing frá BP

Bretska oljufelagið BP er liðugt at kanna orsøkina til oljuvanlukkuna í Meksikoflógva í summar, og frágreiðingin verður almannakunngjørd í dag. Tað skrivar felagið á sínari egnu heimasíðu.

Oljudálkingin, sum er tann størsta í amerikonsku søguni, stóðst av einari spreinging á oljupallinum Deepwater Horizon tann 20. apríl. Tveir dagar aftan á spreingingina fossaði olja upp úr brunninum, og ikki fyrr enn tann 15. juli eydnaðist tað BP at tetta lekan.