Nú kemur hon endiliga, summarferðaætlanin hjá Strandferðsluni, sum vit øll hava bíðað eftir nú í fleiri mánaðir.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at nýggja ferðaætlanin er farin til prentingar og hon kemur í gildi 12. juli.
Strandferðslan heldur, at ferðaætlanin er ein nátúrligur partur av upplýsingarvirkseminum hjá stovninum, og tí verður hon at fáa ókeypis hesuferð.
? Tað er ikki rætt, at fólk skulu gjalda fyri at fáa upplýsingar um, hvussu tey kunnu koyra og sigla við okkum, sigur hann.
Ferðaætlanin verður ikki borin í hørt hús, men fer at liggja frammi í bussum, á skipum, á bensinstøðum og aðrastaðni, og so kunnu fólk fáa sær hana fyri einki.
Ferðaætlanin fyri allar rutur hjá Strandferðsluni verður hereftir býtt sundur í eina summarferðaætlan og eina vetrarferðaætlan.
Frammanundan hevur tað verið ymiskt, nær rutur hava gingið eftir summarætlanini og nær, tær hava gingið eftir vetrarætlanini, men hereftir verður fastur dagur ásettur fyri allar rutur.
Summarferðaætlanin gongur frá 1. mai til 31. oktober og vetrarferðaætlanin frá 1. november til 30. apríl.
Reidar Nónfjall viðgongur, at tað er í seinna lagi at koma við summarferðaætlanini nú.
Men hann sigur, at tað eru ymsar orsøkir til, at ferðaætlanin er so sein í ár.
? Innanhýsis virkisskipanin á Strandferðsluni er broytt, so at tey, sum hava gjørt ferðaætlanina higartil, eru farin í onnur størv, og tey, sum hava tikið yvir, eru nýggj í hesum fakinum, so tað hevur tikið ikki sørt av tíð at seta seg inn í arbeiðið.
? Tað hevur eisini tikið tíð at fáa ymsar góðkenningar úr vinnumálastýrinum í samband við játtanir o.a.
? Og so gjørdi verkfallið eisini sítt.
Men Reidar Nónfjall sigur, at nú er alt tað tunga forarbeiðið gjørt, so at hereftir skuldi tað verðið munandi lættari og skjótari at gjørt ferðaætlanina.
Hann sigur, at hendir onki óvæntað, er ætlanin at fáa ferðaætlanina lidna longu í mars ella apríl mánaða komandi ár.
Smyril til Vágs leygardag
Reidar Nónfjall vil ikki nevna nakrar broytingar, sum eru gjørdar í nýggju ferðaætlanini, tí hann heldur, at tað er óheppið bara at nevna einstakar broytingar.
Hinvegin fer Strandferðslan í næstum at lata eitt tíðindaskriv frá sær, har, broytingarnar eru nevndar í einum samanhangi. Men broytingarnar á Suðuroyarsiglingini eru longu settar í verk.
? Tvs, at nú siglir Smyril tvær ferðir um vikuna ímillum Suðuroynna og Havnina eisini mánadag og mikudag. Hesir túrarnir verða í gildið so leingi, summarferðatlanin er í gildið, tvs til 31. oktober.
Sostatt siglir Smyril tvær ferði um vikuna ímillum Suðuroynna og Havnina hvønn dag í vikuni, uttan týsdag, sum verður brúktur til ymiskt viðlíkahald og til ymsar venjingar. Í vetur fella so nakrir túrar burtur aftur.
Løgtingið hevur samtykt, at Smrli skal sigla til Vágs?
? Ja, og tann túrurin verður leygardag.
Reidar Nónfjall sigur, at Í Vági fær Smyril bara lagt síðuportrið at. Tvs, at vit fáa ikki brúkt túrin til Vágs at flyta nevnivert av farmi við.
Grundgevingin hjá løgtinginum fyri at sigla á Vág, var júst tann, at vinnulívið hevði brúk fyri tí.
Men Reidar Nónfjall sigur, at umstøðurnar í Vági eru heilt einfalt ikki til staðar til tungan flutning, tí tað ber ikki til at fáa ikki stórar treylarar út og inn ígjøgnum síðuportrið.
? Men hóast túrurin er leygardag, ber tað til hjá vinnuni at brúka hendan túrin, í hvussu so er fyri ein part, tí farmur kann setast á keiini, so føra vit tað til Havnar, sigur Reidar Nónfjall.