Nú kemur Føroya longsti kilometur

Í meiri enn 20 ár hevur verið arbeitt við leinging av flogvøllinum í Vágum. Í gjár var fyrsta viðgerð í tinginum at leingja flogvøllin til 1799 metrar, og í komandi viku verður arbeiðið boðið út, so skjótt verður farið í gongd at gera vøllin, sum í mesta lagi verður 1,8 kilometur

– Vit snakkaðu eisini um hetta í 1986.

Heini O. Heinesen stendur á tingsins røðarapalli í gjár.

Hann vísir á, hvussu ofta, og hvussu nógv er tosað um at byggja flogvøllin í Vágum út.

Og enn hevur Føroya Løgting ikki samtykt at byggja flogvøllin í Vágum út á 1799 metrar, men longu í komandi viku verður arbeiðið at leingja flogvøllin í Vágum boðið út.

Hinvegin hevur løgtingið longu gjørt av, at vøllurin skal leingjast til 1600 metrar. Tað var gjørt í 2007, tá flogvøllurin eisini varð yvirtikin.

Í gjár var altso uppskotið at leingja vøllin til 1799 metrar, umframt at byggja nýggjan terminal við vøllin, til fyrstu viðgerð í tinginum.

Á løgtingi sýntist eisini vera greið semja um, at vøllurin skal útbyggjast sum skjótast. Í hvussu so er 1600 metrar, og helst eisini 199 metrar afturat, um 365 milliónir krónur røkka til tað.

Metingarnar hjá Vága Floghavn vísa, at seinnu 199 metrarnir bert kosta umleið 60 milliónir krónur, sum er lítið í mun til fyrru 450 metrarnar, sum, tá teir eru einsamallir, kosta umleið 223 milliónir krónur.


Tríggir burtur

Uppmøtingin í tinginum í gjár var lutfalsliga góð, men tað vóru nógv sum løgdu til merkis, at tríggir ávísir tingmenn ikki vóru til staðar: Sjúrður Skaale, sum hevur fingist mest við føroyska stavraðið í heyst. Poul Michelsen, sum hevur fylt forsíður við at tosa um óskilið í egnari samgongu, og John Johannesen, sum heldur, at føroyingar skulu hava bíligari ferðaseðlar við flogførum.

Til felags hava allir, at teir – saman við Bjarna Djurholm – hava fylt miðlarnar við spurningum um tað loysir seg at útbyggja flogvøllin í Vágum.

Og tað vóru nógv tingfólk, sum hildu tað vera undarligt, at júst hesir tingmenn ikki møttu á tingi í gjár. Hesir vóru tó allir burtur í arbeiðsuppgávum fyri tingið, og høvdu helst verið til staðar, tá uppskotið upprunaliga skuldi til viðgerar í fyrradagin, tá tað bleiv útsett, tí landsstýrismaðurin ikki fekk komið.


Ógreitt við nyttu

Tað er fleiri orsøkir til, at nøkur tingfólk vilja vera varin við at útbyggja flogvøllin í Vágum. Ein orsøk er, at talan er um nógvan pening, sum skal brúkast. Hóast talan er um 365 milliónir krónur, sum vóru fingnar til vega frá dønum.

Eitt annað er, at flogskiparar – kropp av kroppi – hava greitt frá, at teir stórliga ivast, um Sørvágur er besta pláss til flogvøll í landinum, meðan tyrluskiparar, sum kenna veðurviðurskiftini í Føroyum frá síni flúgving, meta Glyvursnes vera besta boðið til flogvøll.

Fyri lítlari viku síðan kom flogskiparafelagið við skrivi, har tað setti spurnartekin við, um 1799 metrar og stórur terminalur eru besta loysnin fyri flogvøll í Føroyum.

Stutt eftir vístu fleiri limir í felagnum á, at teir ikki vistu um, at hetta skriv var sent, tí teir høvdu onki fingið at vita, og staðfestu, at tað eru fleiri, sum meta loysnina í Vágum vera ta bestu.

– Eg havi tríggjar fjórðingar av limunum aftan fyri meg, sigur formaðurin í felagnum, og viðgongur, at skrivið ikki hevði verið fyri á fundi í felagnum.


Lokalmál

Men tað, sum merkir hetta mál, er, at tað eisini er eitt lokalmál. Vøllurin hevur altíð ligið í Vágum, og tað kemur heilt skjótt fram, at vøllurin hevur nógv at siga fyri Vágafólk.

Og í uppskotinum til at leingja vøllin stendur enntá, at leingingin av vøllinum er góð fyri lokaløkið.

Tað er eisini nógv, sum bendir á, at eisini millum flogskiparar hevur tað nakað at siga í teirra tilmæli, um teir búgva í Vágum ella aðrastaðni.

Flogskipararnir, sum úttala seg alment, um at vøllurin liggur best í Vágum, búgva í vestara partinum av landinum. Og tað er nógv, sum bendir á, at fjórðingurin av flogskiparunum, sum formaðurin í felagnum ikki fær við sær, búgva í vestara partinum av landinum.

Av teimum 26 limunum í felagnum hjá flogskiparunum, sum eru skrásettir á heimasíðuni, búgva nevniliga 6 vestanfyri, meðan 20 búgva aðrastaðni. Tað vil siga, at 23 prosent av limunum hava styttri enn eitt korter at koyra til arbeiðis.

Í tinginum ger tað sama seg galdandi. Tað eru Vágamenn, sum tosa heitast fyri at byggja vøllin út sum skjótast og sum mest.

Men hinvegin eru tað eisini fólk kring høvuðsstaðin, sum tosa heitast fyri at bíða eftir kanningum við Glyvursnesi, ið koma í vár, sum skulu vísa vind viðurskiftini har.


Vága Floghavn

Í tinginum í gjár vóru eisini fólk umboðandi Vága Floghavn. Kitty May Ellefsen, Jóhan í Niðristovu, sum er flogskipari, starvast hjá Atlantic Airways og er nevndarlimur í Vága Floghavn, umframt at vera nýttur, sum ráðgevi hjá landsstýrinum í hesum máli.

Og argumentini hjá Johan í Niðristovu fyri at byggja út til 1799 metrar eru greið.

– Vit fáa ein longri vøll, ein størri trygdarmarginal og sum nevndarlimur í Vága Floghavn, meti eg at vit fáa seinastu 200 metrarnar sera bíliga. Vit fáa enntá møguleika fyri kapping, sum er nógv størri, enn um hann var 1600 metrar, sigur Jóhan í Niðristovu.

Sambært manninum við mongu hattunum, hevði støðan verið júst tann sama, um hann bert var flogskipari.

– Ein longri vøllur er altíð betri. Tað økir um trygdarmarginal og minkar um arbeiðsbyrðuna, tí tað gevur betri tíð at taka knappar avgerðir.

Jóhan í Niðristovu viðgongur tó, at flogvøllurin í Vágum hevur sínar avbjóðingar, men leggur afturat, at finst nakað øki í Føroyum, sum er betri egnað, so verður framvegis neyðugt við einum krossvølli.

Rúni Højgaard, formaður í flogskiparafelagnum, metir somuleiðis, at ein longri vøllur er betri, men hann ivast bara stórliga, um tað loysir seg at byggja vøllin í Vágum ov nógv út, um tað blokerar fyri einum øðrum vølli, sum sambært summum liggur eini 10 ár frammi í tíðini, meðan onnur tosa um 50 ár.


Johan og Jóhan

Tað er Johan Dahl, sum er avvarðandi landsstýrismaður, og hann, sum er komin við uppskotinum at leingja flogvøllin til 1799 metrar.

Millum fremstu ráðgevarar hjá Johan Dahl hevur verið Jóhan í Niðristovu, sum hevur borið fleiri hattar, men Johan trýr meira upp á Jóhan enn nakran annan.

– Vit hava brúkt Jóhan í Niðristovu, tí hann hevur teir førleikar, sum vit hava sett prís uppá, at ein slíkur skal hava, og tí er tað ikki annað enn gott, at vit hava ein sum Jóhan í Niðristovu í Vága Floghavn, sum er einasta floghavn í Føroyum, sigur Johan Dahl.

Men meiningina flogskipararfelagnum og serliga hjá tyrluskiparanum, sum Rás2 tosaði við í farnu viku, gongur Johan Dahl ikki so høgt upp í.

– Eg eri ikki fakmaður, men eg kann bara fyrihalda meg til fakligheitini, og teir hava í hvussu so er størri førleikarnar enn piloturin tú nevnir har, sigur Johan Dahl.

Hann sigur somuleiðis, at skrivið frá flogskiparunum ikki fer at hava nakra ávirkan á gongdina við flogvøllinum.

– Eg havi ikki fyri neyðini at taka tað, sum flogskipararnir siga í betraktning. Uppgávan hjá flogskiparunum er at flúgva ferðafólk trygt aftur og fram, og tað er millum annað trygdina vit betra við hesum, sigur Johan Dahl, og vísir til ósemjuna millum flogskipararnar.


Bert pláss fyri Atlantic

Í uppskotinum, sum var í tinginum í gjár, stendur eisini, at ein longri vøllur kann lata upp fyri kapping millum fleiri flogfeløg.

Í tinginum í gjár var eisini Dávur R. Hansen, stjóri í Vága Floghavn, og hann vísir á, at ein longri vøllur kann lata upp fyri kapping, men tað skilst á honum, at hann ikki roknar við, at 1799 metrar eru nóg mikið fyri at loyva øðrum enn Atlantic Airways á vøllinum.

– Tað, at mann hevur longri flogvøll gevur møguleikar. Men tað kann gott vera, at Atlantsflog brúkar møguleikarnar so mikið væl, at tað ikki er pláss fyri nøkrum øðrum at koma at kappast.

Hevði ein enn longri vøllur givið størri møguleika fyri kapping?

– Ja, men um teir møguleikarnir standa mát við meirútreiðslurnar, sum tað er, dugi eg ikki at svara uppá, sigur Dávur R. Hansen.

Hann heldur somuleiðis, at regulariteturin ikki verður nógv størri, tí hann er longu góður, og at trygdin er longu góð.


Verður gjørdur

Men beint nú liggur málið um hendan góða kilometur av asfalti, sum hevur verið umrøddur í sera nógv ár, í vinnunevndini hjá løgtinginum.

Nøkur ting tykjast tó greið.

Tingið vil illa fara upp um 365 milliónir danskar krónur í kostnaði. Arbeiðið verður boðið út í komandi viku. Vindkanningar av Glyvursnesi verða klárar í mars. Teir, sum ivast mest í útbyggingini vóru ikki í tinginum til viðgerðina av málinum, og vøllurin fer hvørki fer at betra trygd, regularitet ella kapping munandi men fer at loyva størri flogførum.