Nú kemur ein koyribreyt afturat á Ringvegnum

Vegamótið Hvitanesvegur/Eystari Ringvegur í Havn verður nú útbygt og gjørt liðugt. Arbeiðið at breiðka Eystara ringveg og Hvítanesvegin oman til Hoydalsá og gera eina koyribreyt aftrat í krossinum varð boðið út, og tikið varð av einum tilboði frá Konsax uppá góðar tvær miljónir.

 

Tekniski stjórin mælti til at taka av tilboðnum frá Konsax og at verkætlanin verður sett í verk skjótast til ber. 

 

Endalig fígging varð einmælt samtykt í býráðnum í gjárkvøldið.