Nú kemur eftirskúli í Suðuroy

Gongst sum ætlað, verður eftir summarfrítíðina næsta ár farið í holt við ítróttareftirskúla í Suðuroynni

Ítróttarháskúlin í Suðuroy, sum byrjaði fyri tveimum mánaðum síðani við 18 næmingum, hevur givið vágbingum og øðrum í Suðuroynni áræði til at fara eitt stig víðari.

Áhugabólkurin og sjálvsognarstovnurin Ítróttareftirskúlin í Suðuroy undir stovnan hevur søkt fíggjarnevndina hjá løgtinginum um eina millión og 70.600 krónur í rakstrarstuðli næsta ár.

Dennis Holm, sum er ein av stigtakarunum, sigur tað alla tíðina hava verið ætlanin, at talan bæði skuldi verða um ítróttarháskúla og ítróttareftirskúla.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Dennis Holm.