Nú verður farið undir at gera busskýli í Steinatúni í miðbýnum í Havn
Síðani steinatún varð bygt um sum ein partur av miðbýarætlanini hjá býráðnum, hava fólk saknað, at eitt busskýli eisini verður sett upp.
Steinatún er miðdepilin, sum knýtur alla Bussleiðina í Havnini saman. Samstundis er ætlanin at gera Steinatún til eitt savningarstað hjá fólki, tí í veghæddini í gamla bankabygninginum er Kunningarstova, kaffistova, og annað útvent virksemi, og skjótt flytir eisini apotek inn í húsið.
Og í hesum sambandi hava fólk saknað, at eitt busskýli verður gjørt í Steinatúni, so at fólk sleppa undan at standa úti í regni og vindi og bíða eftir bussi.
Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini, sigur, at nevndin hevur nú samtykt at gera busskýli.
Talan verður um at leggja tak yvir ein hampiliga stóran part av tí opna plássinum, og har verða eisini benkur, har fólk kunnu sita undir taki og bíða eftir bussinum, sigur hann.