Nú kemur AMOKK við síni fyrstu fløgu

AMOKK er ein bólkur, sum er mannaður av limum úr The Dreams, SIC, Oniontree og De Høje Hæle. Tónleikastílurin er ‘hardcore’, ið er ein samanrenning av punk, tungmálmi og hip hop. Yrkt verður bæði á enskum og føroyskum.

 

Í 2015 gav bólkurin út fyrsta staklag sítt, ”Bad Brother” og í eini fráboðan í dag, verður sagt, at nú kemur AMOKK við síni fyrstu útgávu, ”All Outta Fucks”.

 

Tann 30. juni verður givið út talgilt á millum annað Itunes og Spotify. Afturat hesum, so verður útgávan tøk sum fløga í juli ella august.

 

Við á fløguni eru fleiri gestatónleikarar. Teir eru Swangah, Niels Uni Dam úr MC Hár og portugisiski death metal sangarin, Tiago Dias, úr Dreich.

 

Fløgan er tikin upp í Moremax Studio í Keypmannahavn. Ljóðblandað og mastrað hevur Jocke Skog úr Sunmountain Facilities.

 

Teir, ið annars manna AMOKK, eru: Mikkjal Gaard Hansen, sum syngur, Magnus Leander Ovason spælir gittar, Heini Leander Ovason, spælir bass og Henrik Vorup Mortensen, spælir trummur.