Nú er tað aftur ávegis. Eigararnir av erotiska blaðnum Ð hava nú tikið stig til, at koyra enn eina útgávu á gøtuna, og verður tað 16. mai.
Tað nýggja Ð blaðið kemur helst út tann 15. mai. Blaðið verður 76 síður, ið er væl longri, enn tað áður hevur verið.
Durita Sørensen av Viðareiði prýðir forsíðuna. Høvuðsgreinin í blaðnum er um Swingers Party í Føroyum. Annars verður skrivað um sex, trúgv, timburmenn, Larry Flynt og mangt, mangt annað...
Sum nakað nýtt arbeiðir Jógvan á Høvdanum (yngri) ikki einsamallur við blaðnum. Hann fær stóra hjálp frá Dann Vinther, sum umframt at hava skrivað fyri Vikublaðið eisini hevur skrivað fyri ymisk ensk bløð.
Harafturat eru freelancarar, har ímillum Johan í Kollafirði, í hesum, tí størsta og longsta Ð blaðnum nakrantíð.










