Nú kanst tú síggja tað síðsta av House of Cards

Francis Underwood er ikki við, so nýggja sesongin er merkt av stórum broytingum

Í dag lat Netflix dyrnar upp fyri sættu og seinastu sesong av dramatisku politisku sendirøðini, House of Cards. Nýggja sesongin er merkt av stórum broytingum, sum veruleikin uttan fyri House of Cards hevur elvt til. 

 

Síðsta sesongin endaði við, at Claire Underwood segði, at nú var tað hennara tørn. Í undanfarnu sesongunum hevði hon sum forsetisfrúa staðið í skugganum á manni sínum, Francis Underwood, sum kalt og kyniskt hevði stjórnað USA ein stóran part av sendirøðini. 

 

Men nú er Francis Underwood deyður, og Claire Underwood eigur nú tørn at stýra landinum sum nýggjur forseti. Tað er Robin Wright, ið spælir leiklutin sum ambitiøsa Claire Underwood.

 

Netflix hevur valt at dripið leiklutin hjá Kevin Spacey, ið hevur havt leiklutin sum Francis Underwood. Kevin Spacey hevur verið undir nógvum atfinningum orsakað av #MeToo rørsluni, og eftir ákærur um kynsligan ágang er hann avskrivaður úr vælumtóktu sendirøðini. 

 

Tað er ein stór broyting, og tú kanst sjálv/ur meta um, um tú saknar eyðkenda Francis Underwood í Hvíta húsinum og í øllum rokinum í House of Cards.

 

Í sættu og síðstu sesongini eru átta partar, og allir partarnir eru komnir út samstundis á Netflix.