Nú kanst tú fella dóm í Føroya Rætti

Føroya Rættur luttekur í kvøld á Mentanarnáttini í Havn og hevur opið hús.

Klokkan 20 verður ein rættarfundur pallsettur, og tá kunnu gestirnir í Dómhúsinum fylgja gongdini og fáa eisini høvi at fella sín dóm, áðrenn dómurin verður avsagdur.

Føroya Rættur bjóðar fólki á gátt millum kl 19 og 22.