Panasonic hevur júst sett tvey talgild myndatól í umferð, sum eru før fyri at fokusera á frammanundan valdar persónar Andlitsafturkenning við talgildum myndatólum er ikki longur nakað við at kunna kenna aftur fysiska bygnaðin á einum andliti. Panasonic hevur júst sett tvey nýggj myndatól, Lumix DCM-FX580 og Lumix DMC-ZS3, ið eru før fyri at kenna mun á, um tað er teg ella meg, tað skal seta fokus á. Tað skrivar heimasíðan hjá Ingeniøren.
Tá eitt andlit er avmyndað nóg ofta, vil myndatólið spyrja, hvørt hetta andlitið skal goymast í einum serligum profilbólki.
Svarar tú ja, syrgir myndatólið fyri, at á framtíðar bíløtum verður fokus sett á júst henda persónin. Upp til seks andlit kunnu goymast í myndatólinum.
Panasonic upplýsir tó, at har kunnu verða umstøður, har tað ikki verður gjørligt hjá myndatólinum at kenna aftur eitt serligt andlit. Myndatólið kann forritast til at vísa á ein úrvaldan persón við einum teksti ella eini valmynd ? til dømis eitt hjarta, ið eisini fortelur myndamanninum hvønn myndatólið hevur valt burturúr, skuldi tú tikið eina mynd, har tvey goymd andlit eru á.
Nýggi møguleikin er ein útbygging av einum menningarkonsepti hjá Panasonic, ið kallast »Intelligent Auto«, sum skal hjálpa myndamonum til at taka uppaftur betri myndir, og til tess at sleppa undan at góð motivir enda við at verða til ringar myndir.
Forrit til andlitsafturkenning er millum annað nógv nýtt í samband við vakmyndatól. Harumframt hevur avstralska tollvaldið sett upp eina skipan, ið kallast FaceVACS, ið kann kenna andlit aftur úr einari goymsluskipan.