Sjóvar kommuna hevur nú keypt ein Nissan Navara NP 300, og í kommununi siga tey, at bilurin bæði hevur kavaplógv og saltstroyara.
Hóast Sjóvar kommuna fevnir heilt av Strondum, vestur um Raktanga um Kolbanagjógv, Morskranes og heilt norður til Selatraðar, siga tey, at nú kann kavin gott koma.
Tað eru kommunur, ið hava útvegað sær líknandi bilar, sum eru ætlaðir bæði til ávísa kavarudding og til stoying av salti, tá útlit eru til svarthálku og hálku annars.