Pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, er í trongum skóm. Alt fleiri av hansara stuðlum vilja hava hann at lata starvið sum ovasti fyri landsins heri frá sær, so hann kann virka sum forseti burturav. Higartil hevur hann tvíhildið um bæði embætini, men okkurt bendir nú á, at hann fer at heingja generalbúnan frá sær.
Í hvussu er sigur fyrrverandi pakistanski forsetin Benazir Bhutto, at Musharaf hevur boðið sær at koma heimaftur, og at tey bæði kunnu býta tað politiska valdið.
-Vit hava gjørt stór framstig í seinastuni, sigur Benazir Bhutto við The Daily Telegraph.
Politiskir eygleiðarar siga, at eitt samstarv ímillum Musharaf og Bhutto kann tryggja Musharaf afturval á forsetavalinum næsta ár, og saman eru tey bæði før fyri ay avmarka ávirkanina frá teimum víðgongdu islamistunum.









