Nú kemur skipanin, har tað ber til at bíleggja ferðaseðil til bilar við Teistanum, loksins í gildi.
Longu nú ber tað til at keypa ferðaseðil á internetinum, og tað verður mánadagin 23. oktober, at skipanin kemur í gildi.
Men Strandferðslan leggur dent á, at hóast tað nú ber til at keypa ferðaseðil á internetinum, ber framvegis til at koyra umborð á Teistan uttan at hava bílagt ferðaseðil frammanundan. Men bilarnir, sum ikki hava keypt ferðaseðil frammanundan, sleppa sostatt bara við í tann mun, pláss er.
Skipan er bara galdandi fyri siglingina av Gomlurætt til Skopunar, og hon verður ikki galdandi fyri siglingina úr Skopun tl Gamlarætt.
Men tað merkir so eisini, at goldið verður bara fyri at sigla av Gomlurætt til Skopunar ímeðan ferðaseðil skal ikki keypast fyri at koma úr Skopun til Gomlurætt.
Hetta er ein skipan, bíðað hevur verið eftir í fleiri ár, tí longu í 2012 upplýsti táverandi landsstýrismaður, Johan Dahl, at Strandferðslan var farin undir arbeiðið at gera eina talgilda ferðaseðlaskipan.