Nú kann bara eitt undur bjarga Hillary Clinton

Hillary Clinton vann tepurt í Indiana og tapti stórt í North Carolina, men hon er treisk og sýtir fyri at gevast

Uppstillingarvalini í statunum Indiana og North Carolina síðstu nátt bøttu ikki um møguleikarnar hjá Hillary Clinton at gerast forsetavalevni hjá demokratunum og kanska fyrsta kvinnan í embætinum. Heldur tvørturímóti, siga hennara egnu ráðgevar.

 

Politiskir eygleiðarar í USA eru yvirhøvur á einum máli um, at aftan á úrslitini í Indiana og North Carolina verður tað trupult hjá tí endaliga uppstillingarfundinum hjá demokratiska flokkinum at gera annað enn at velja Barrack Obama til valevni í heyst. Tey bæði úrslitini í nátt hava við sær, at tann endaliga avgerðin liggur í hondunum á teimum sonevndu servalmonnunum, og eygleiðararnir halda, at hesir kunnu valla gera annað enn at velja Obama.

 

Amerikonsku fjølmiðlarnir vísa á, at Barrack Obama hevur prógvað, at hann er førur fyri at halda sær á beinunum, hóast tað leikar hart á. Í seinastuni hevur senatorurin úr Illinois verið fyri hørðum ágangi, sum serliga hevur verið um samband hansara við tann umstrídda prestin Jeremiah Wright. Men úrslitini í nátt vístu, at Obama hevur rist atfinningarnar av sær, og fleiri fjølmiðlar siga, at stórsigur hansara í North Carolina kann vera við til at avgera forsetavalið í novembur.

 

-Eg vann greiðan sigur í einum stati, sum bleiv sagdur at kunna fara báðar vegir, segði Obama í takkarrøðu síni í North Carolina í nátt, áðrenn hann ynskti Hillary Clinton tillukku við sigrinum í Indiana. Men tað var munur á sigrum. Í North Carolina vann Obama við 14 prosentstigum, meðan Hillary fekk tvey prosentstig meiri enn hann í Indiana.

 

Kanningar á valstøðunum vístu, at enn eina ferð vóru tað tey svørtu, sum gjørdu mun. Í North Carolina fekk Obama 91 prosent av teimum svørtu atkvøðunum.

 

 

Ráðgevarnir ivast

 

Hillary Clinton takkaði í nátt fyri sigurin í Indiana, og hon gjørdi púra greitt, at hon hevur ongar ætlanir um at gevast, hóast sigurin har var tepur, og hóast hon tapti stórt í North Carolina. Samstundis nýtti hon høvi til at biðja veljararnar um fíggjarligan stuðul.

 

-Vit eru á veg ímóti Hvítu Húsunum við fullari ferð, men mær tørvar tykkara stuðul fyri at halda fram, segði hon.

 

Tey stóru bløðini The New York Times og Washington Post skriva í dag, at ráðgevarnir hjá Hillary Clinton ivast í, um tað er rætt av henni at halda fram við valstríðnum. Ein av ráðgevunum, sum vil vera ónevndur, sigur við The New York Times, at fleiri av stuðlunum hjá Hillary Clinton fara at biðja hana gevast, og hann væntar eisini, at tað verður torført hjá henni at savna meiri pengar til at halda fram.

 

-Vit taptu í februar, og síðani hevur tað verið mótbrekka. Nú tørvar okkum eitt undur, sigur ein av fremstu ráðgevunum við Washington Post.