Tá Tórshavnar býráð fyri trimum árum síðani ognaði sær trøðna hjá Júst Sivertsen Yviri við Strond, var tað við tí endamáli at nýta alla trøðna til eldraøkið.
Í farnu viku vóru húsini, ið stóðu á trøðni, tikin niður.
- Tað var ein flokkur á Tekniska Skúla, sum tók húsini niður. Hetta er ein liðug í stuðulsskipan okkara soleiðis, at tá flokkar søkja um stuðul verður hesin latin við at flokkurin ger eitthvørt afturfyri, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Býráðið hevur lýst í bløðunum, bæði føroyskum og útlendskum, við hesi verkætlan, eftir fyritøkum, sum kunnu standa fyri projektering, ráðgeving og eftirliti. Fleiri fyritøkur hava víst áhuga, og býráðið hevur valt út fimm fyritøkur, sum tað nú verður samráðst við.
- Tað eru bæði føroyskar og útlendskar fyritøkur millum tær fimm, men føroysku fyritøkurnar hava neyvan neyðugu orkuna til einsamallar at standa fyri hesi stóru verkætlan, sigur Heðin Mortensen.
Hann metir, at tað bara er sunt við kapping, og at føroysk bygging kann fáa nýggjan íblástur av útlendskari nýhugsan.
- Hinvegin kunnu føroyskar fyritøkur uttan iva verða við, um tær sláa seg saman, heldur Heðin Mortensen.
Í gongd í heyst
Talan er um eina ógvuliga umfatandi verkætlan, sum verður framd í einum, men kortini í trimum byggistigum.
- Talan er um eldraíbúðir, røktarheim og ellisheim. Byrjað verður har tørvurin er størstur, og tí verður fyrsta byggistig røktarheim. Síðani verður ellisheimið bygt, áðrenn farið verður undir eldraíbúðirnar, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at økið er ógvuliga væl egnað til endamálið.
- Tað liggur beint niðanfyri Lágargarð, og tí fer at bera til at hava eitt ávíst samstarv millum stovnarnar. Og hartil kemur, at útsýnið er ógvuliga gott yvir Nólsoyarfjørð og Nólsoy, sigur Heðin Mortensen.
Hetta skal verða nýhugsan innan eldraøkið og eitt alternativ til traditionella bygging.
- Tað skal verða annnað og meiri enn bara ein betongklumpur, slær Heðin Mortensen fast.
Og tað skal heldur ikki drálast.
- Skjøtil skal verða settur á í hesum valskeiðinum. Tað hava vit lova, og tað fara vit at halda, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.










