Jørðin hevur bara ein mána, men gongustjørnan Saturn hevur nú heilar 60. Saturn hevur higartil havt 59 mánar, men nú hava stjørnufrøðingar funnið ein afturat, so nú eru teir 60 í tali. Bara ein gongustjørna hevur fleiri. Tað er Jupiter, sum hevur 63 mánar, sum vísindin veit um.
Stjørnufrøðingarnir siga, at tann 60. mánin hjá Saturn er av gróti og ísi eins og teir flestu av hinum 59.
?Nýggi? mánin hevur fyribils fingið heitið Frank.










