Tað verður 33 ára gamli Pætur Trónd Thomsen, sum verður stjóri á nýggja hotellinum, Hafnia og Smyril Line byggja uppi Oknarvegin í Havn. Tað váttar hann fyri okkum beint nú.
Hann er annars ikki ókendur í felagnum, tí hann er stjóri á Hafnia og nú er hann so eisini stjóri á nýggja Hotellinum á Oknarvegnum. Á nýggjárinum verður hann eisini stjóri á Hotellinum í Skálavík, so tá verður hann stjóri á øllum trimum hotellinum hjá samtakinum. Áðrenn tað var hann sølu- og tænastuleiðari á Norrønu, so tey eru farin eftir einum stjóra, tey kenna til fulnar.
Nýggja Hotellið verður eitt hotell við fýra stjørnum, og sostatt er støðið vet hægri enn Hafnia er. Stjórin sigur, at á hotellinum verða góðar umstøður til ferðafólk og til ráðstevnur, men tey fara eisini at leggja seg eftir at hava góðar umstøður til ítróttarfólk, sum koma til Føroya, eisini tá ið heil ítróttarlið koma hendavegin, tí har verða væði venjingarhøli, sauna, høli til vøddamýking o.s.fr.
– Og so er tað bara eitt hanagleiv oman í Gundadal, leggur stjórin afturat. Á nýggja hotellinum verða 125 kømur og tað skal takast í nýtslu í mai í 2020. Og tá ið nýggja hotellið stendur liðugt, hevur samtakið gott og væl 230 hotellkømur til taks, sigur hann.










