Nú hevur Løgtingið samtykt umstrítt mál

Tá ið avtornaði, vóru 17 atkvøður fyri og 14 ímóti

Fyri eini lítlari løtu síðani varð spenningurin av: Tá samtykti Løgtingið nevniliga fyri at selja ein part av uppsjóvarkvotuni á uppboði.

 

Tað vóru 31 tingfólk til staðar, tá ið atkvøtt var, og tað vóru 17 atkvøður fyri, og 14 vóru ímóti.

 

Tað vóru Sonja Jógvansdóttir og Magnus Rasmussen, sum ikki vóru til staðar, men tey høvdu avtalað at ógilda atkvøðuna hjá hvørjum øðrum.

 

Men ístaðin atkvøddi Bill Justinussen úr Miðflokkinum fyri uppskotinum, og hann var tann einasti úr andstøðuni, sum atkvøddi fyri.

 

Stórur spenningur var um, hvat javnaðarmaðurin, Kristin Michelsen fór at atkvøða, tí uppskotið stóð og fall við honum - men tá ið avtornaði atkvøddi hann fyri.