Nú hevur KÍ fokus á silvurið

(Rás2) Jonas Flindt Rasmussen, liðskipari og liðfelagarnir leiktu javnleik 0-0 triðju ferð á rað

KÍ hevur seinastu tríggjar ferðirnir leikt javnleik 0-0. Næstseinast ímóti Víkingi á útivølli, seinast ímóti HB á heimavølli, og aftur í dag á útivølli ímóti TB/FCS/Royn. KÍ er nú seks stig frá oddinum, og tí er fokusið nú á at vinna silvur.

 

Tað staðfestir liðskiparin, Jonas Flindt Rasmussen í samrøðu við Rás2. Hann heldur ikki, at FM-heitið er ein møguleiki longur, og so er at fara eftir tí næstbesta.

 

Um dystin við Stórá í Trongisvági sigur Jonas Flindt Rasmussen, at talan var um ein dyst, sum var nógv darvaður av vindi. TB/FCS/Royn hevði ein gyltan møguleika, tá Salmundur Bech brendi brotsspark, men annars heldur liðskiparin hjá KÍ, at KÍ hevði teir flestu málmøguleikarnar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Jonas Flindt Rasmussen á Rás2 fyrr í kvøld.