Nú hevur hann tveir armar

Kinesisku læknarnir hava nú tikið ein av teimum trimum ørmunum hjá Jie-Jie.

Jie-Jie hevði tveir armar vinstrumegin, tá hann var føddur fyri tveimum mánaðum síðani, men í gjár kunngjørdu læknarnir, at teir hava tikið annan.

Í fyrstani ivaðust teir kinesisku læknarnir í, hvønn av teimum báðum armunum teir skuldu taka, men teir valdu tann, sum var nærmast bringuni, tí hann var ikki so búgvin sum hin.

Skurðlæknarnir á barnasjúkrahúsinum í Shanghai siga, at skurðviðgerðin eydnaðist væl, men at nú skal Jie-Jie venja seg til at brúka tann vinstra armin, sum er eftir, og tað fer at taka drúgva tíð.

Kinesisku læknarnir siga, at hetta er ikki fyrstu ferð, at børn eru fødd við tveimum ørmum í aðrari síðuni, men at tann triði armurin hjá Jie-Jie var sjáldsama búgvin.