Malena Arnholdsdóttir
Formaður í Javna
Leiðarin á serstovnadeildini hevur sagt upp.
Eftir at hava umhugsað støðuna leingi, so hevur hann tikið avgerð um at halda uppat sum leiðari á Serstovnadeildini tann 1. oktober í ár.
Orsøkirnar til, at hann nú sigur upp eru fleiri. Arbeiðsuppgávurnar eru nú vorðnar ov nógvar, serliga av fyrisitingarligum ávum. Hetta hevur gjørt, at hann ikki havi havt tíð og orku til tær fakligu uppgávurnar, sum eisini eru vorðnar alt fleiri og fleiri.
Tey seinastu 10 árini á Serstovnadeildini hava verið strævin, serliga vegna væntandi játtan øll árini.
Undir kreppuni fyrst í nýtiárunum skiltu øll, at neyðugt var at klára seg við minni, men tey seinnu árini, tá samfelagið var komið upp á føtur aftur, hava krøvini til Serstovna-deildini verið ovurstór frá øllum síðum.
Tað stóra trýstið, sum er á skipanina, endar oftast á borðinum hjá leiðaranum, sum alt ov ofta ikki hevur havt møguleika fyri at loysa tær uppgávur, sum onnur vænta av skipanini. Hetta er sera slítandi í longdini.
Hendan støðan er ikki nýkomin, og væntar hann ikki at støðan verður nógv betri í nærmastu framtíð. Tí nýtir hann høvi til at siga seg úr starvi nú, so skipanin fær møguleika fyri at gera broytingar, sum røkka inn í framtíðina.
Hann er nú 55 ára gamal, og hevur røkt leiðarastørv innan økið í 24 ár. Hann følir ikki, at hann hevur orku at halda áfram í verandi støðu. Við einum leið-araskifti nú, metir hann, at skipanin hevur betri møguleika fyri at gera broytingar í arbeiðsgongdini.
Eg haldi, at hetta er ikki gott!
Ein raskur maður, við servitan innan økið, sigur sítt lívstarv upp, tí hann er niðurkoyrdur. Hann hevur víst á tørvin, men mynda-liga tala: tá hann hevur biðið um ein spaka at grava við, fær hann eitt knívsblað! Hvør kann grava nakað við tí? Eg veit væl, at eg kundi skrivað hetta í peningi, men hvør er mun-urin - her ber ikki til at arbeiða uttan amboð!
Um vit so fáa tíggju leið-ara á rað innan serfor-sorg-ina, við somu umstøðum sum nú, so verður støðan ikki nógv øðrvísi.
Ein, sum er menningar-tarnaður segði, tá ið hann hoyrdi at Bjarni hevði sagt upp: "Ja, so tími eg ikki at vera menningartarnaður meira, tí, hann er góður við okkum, so sigi eg bara upp at vera menningartarnað-ur!"
Tá ið Serforsorgin hevði sín 10 ára føðingardag helt eg hesa vónríku røðu. Eg seti hana við her, tí eg haldi at hon lýsir støðuna - og eg vóni enn, at okkara ráðandi og stýrandi hugsa um allar borgara landsins!
??????????????????????
Serforsorgin 10 ár
Góðan dagin góða samkoma!
Vegna Javna ynski eg eisini at takka fyri, at eg varð boðin við og at bera eina kvøðu til føðingardagsbarnið og siga tillukku við degnum.
Serforsorgin er nú vorðin 10 ára gomul, og um vit samanlíkna hana við eina gentu, so stendur hon jú í fagrasta blóma og, um hon er uttan brek og farin í skúla til rætta tíð, so gongur hon nú í 3. og fer í 4. flokk aftaná summarferiuna.
Men eg eri bangin fyri, at hon ber brek. Um hon var fødd við tí, ella tað kom seinni kann sum so gera tað sama - eg var ikki við til føðingina, so eg skal ikki avgera tað.
Men hvussu hevur hon tað nú?
Ikki so gott haldi eg! - Men hví?
Eru foreldrini ikki góð við hana?
Jú, tað eru tey nokk! Men eg haldi eg veit hví, tey arbeiða ov nógv úti, og hugsa ov lítið um hana!
Hon grætur ikki nóg hart - so tey hoyra hana ikki!
Og, tá ið tey hoyra hana gráta, tí hon er soo svong, geva tey henni bara okkurt skjótt at eta - á fremmanda máli kalla tey tað "fast food"
Í staðin fyri at geva henni góðan og sunnan mat verður maturin ikki nóg væl fyrireikaður - so hon etur ofta bara "fast food".
Sum dømi kann eg eisini siga: Tað verða keypt gomul hús til sambýlir, tey verða umbygd, til tey so frægt sum møguligt hóska til endamálið. Men tað kostar ofta meira enn eitt nýtt hús vildi kostað og - so er tað stadigvekk eitt gamal hús!
Men sum sagt, tað er fast food: lítil fyrireiking, og tað kostar ofta meira í longdini og gevur ikki somu styrki í beinini.
Tí eru karmarnir, sum politikararnir oftani taka til, ikki nóg góðir!
Men, treyðugt so, onkrar góðan bitar hevur hon kortini eisini fingið.
Til dømis: Sambýlið í Klaksvík - tað er eitt mynstursambýli! Tað var ræst kjøt og úti - arbeiðshold, tað var súpan!
Hon hevði ynskt sær slíkar bitar oftari!
Gævi foreldrini fyrireikaðu alt betri - tey høvdu í seinna enda bæði spart tíð og pening og høvdu havt betri samvitsku um hana.
Eg vóni at tit, góða samkoma hava skilt mína myndatalu!
Til tín Bjarna Clement-sen, havi eg persónliga alt gott og rós at bera.
Men eg haldi, at tú hevur sitið á einum ringum posti, tí sum sagt, her vantar - í den grad - planlegging!
Og, sum eg síggi tað, ert tú við at missa móti og visiónirnar.
Havi hoyrt ella lisið, at tú vantar, at onki sambýli kemur í ár og helst einki næsta ár - og í pedagogblaðnum las eg, at tú var bangin fyri at neyðugt verður kanska at lata onkran stovn aftur.
Men góði Bjarni, nú er ikki at missa mótið!
Tí, sum nýggjur form. í Javna, havi eg lisið gomul Javnabløð. Og har las eg í einum blaði, at okkara háttvirdi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, tá sum landsstýrismaður helt røðuna, tá ið verkhúsið Virkni hevði móttøkuna 16. nov. ?93.
Tað var ein góð røða, eg skal ikki endurtaka hana alla her, bert taka eitt lítið brot: citat:
Eitt av aðalmálum okkara er solidariskt at menna eina fíggjarliga grundtrygd fyri øll. Eitt annað aðalmál er, at tað verða tryggjað tí einstaka brekaða tiltøk og tænastur frá tí almenna. Hetta er dygdin á tí norður-lendska modellinum eisini innan brekaøkið, og sum ger tað betri enn onnur modell. Grundstuðlarnir mugu vera normalisering og integrering.
Víðari sigur hann:
Tað at vera brekaður er ikki ein eginleiki hjá tí einstaka uttan eisini at vera eitt samspæl millum møguleikarnar hjá tí einstaka og krøvini hjá samfelagnum."
Hetta sjónarmið peikar á møguleikar til broytingar til tað betra. Gjøgnum ábøtur í tí fysiska umhvørv-inum kann talið av brekum gerast minni.
Tí vænti eg, at nú fer vend at koma í.
Nú fara politikararnir at raðfesta og gera framtíðarætlanir fyri sambýli og arbeiði til fólk við menn-ingartarni.
Tað fyrsta, sum teir fara at gera, tí teir síggja at tað er alneyðugt, er at gera eina ætlan, um hon eitur trý ella fimm ára ætlan, veit eg ikki við vissu, men nú kemur broyting í.
Og eingin føroyingur fer at nýtast at fara av landinum, tí her verður rúmd gjørd fyri okkum øllum.
Tað fer at verða gjørd íløga í starvsfólkið her, so tey verða betri før fyri at gera sítt arbeiði - tað kemur at taka styttri tíð at hjálpa og tí kosta minni.
Í somu røðu sigur hann frá um spakan, sum arbeiðsfólki her á Vón høvdu longt manninum, so hann ikki skuldi fáa ryggskaða, tá ið hann loysti fyrsta bøkkin fyri Virkni tvey ár frammanundan.
So mítt ráð skal vera, finni nú langa-spaka fram aftur, tí skjótt verður brúk fyri honum!
Tí, nú eru framstig í hondum og vænti eg, at vit hava eitt nýtt sambýlið í ár at gleða okkum yvir og okkurt annað gott til næsta føðingardag hjá serforsorgini.
So tillukku øll somul og takk fyri við ynski um framhaldandi gott samarbeiði.
??????????????????????
Niðurstøða mín:
Um vit so fáa tíggju leiðara á rað innan serforsorgina, við somu umstøðum sum nú, so verður støðan ikki nógv øðrvísi.
Her mugu koma broyting í, um støðan skal batna:
1.Tá viljin at loysa trupulleikarnar ikki er størri enn hann er nú, so má lóggevast um økið.
2. Her má ein størri játtan til!
3.Her mugu leggjast framtíðarætlanir!
Tey sum hava ein serligan tørv - ella, og avvarðandi teirra - ynskja ikki at blíva við at ganga við biddarahúgvuni í hondini!
Vit eiga at hava sama rætt og sama møgileika - øll somul.
Men eitt er vist, at skulu tey, sum eru verri fyri hava sama rætt og somu møguleikar sum onnur - her á landi, so mugu tey fáa nakað eyka fyri at koma á sama støði sum hini!
Eg skal ikki her siga, hvussu alt skal gerast, men eitt dømi: uppskot er komið frá landsstýrismanninum í almanna-málum og ljóðar tað sum stórur bati fyri bústaðar-trupuleikan, hjá teimum við serligum tørvi.
Eg vóni at allir flokkar á tingi taka undir við hesum, ella hava eina uppafturbetri loysn.
Tí her má ein verulig loysn finnast.
Ps. Ynskja myndugleikarnir at koma á tal við Javna, eru vit meira enn fegin um at koma við okkara ráðum!