Nú hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag fullkomuliga mist skil á hugtøkunum

    

Nú frættist, at Føroya Arbeiðsgevrafelag boðar frá, at tey titøk sum FAG hevur sett í verk, um at steingja heilssølurnar og at leggja Smyril er verkfall framt av fakfeløgunum.
Hetta er prógv um, at nú er als einki skil í teimum tíðindum, sum Vinnuhúsið sendir út, tí tá FAG vil geva fakfeløgunum ábyrgdina av, at FAG steingir heilsølurnar og leggur Smyril, so skilja helst øll, at her er talan um ósannindi av ringasta slag, og helst er hetta tekin um, at arbeiðsgevarasíðan í sínum ráðaloysi ikki vil standa við ábyrgdina av teimum tiktøkum, sum teir sjálvir hava sett í verk.
Tí skulu vit sláa fast, at øll tey tiltøk, sum arbeiðsgevarafeløgini seta í verk eru at meta sum VERKBANN og tað er tí at villleiða fólk, tá arbeiðsgevarafeløgini royna at billa fólkið inn, at tey tiltøk sum teir fremja eru at skilja sum verkfall framd av arbeiðar-feløgunum.
Hetta við at villleiða fólk er tó einki eindómi tá tala n er um "tíðindi" frá Vinnuhúsinum.