Nær fer løgmaður at almannakunngera fundarfrágreiðingarnar og øll hini skjølini, sum eru til taks um fullveldissamráðingarnar fyri 20 árum síðani.
Tað vil Beinta Løwe Jacobsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava Bárð á Steig Nielsen, løgmann, at greiða frá.
Hon vísir á, at nú eru 20 ár liðin síðani fullveldissamráðingarnar vóru, men hóast tað er gingin so long tíð, hevur eingin løgmaður enn hevur viljað almannakunngjørt skjølini.
Men nú heldur løgtingskvinnan, at Bárður á Steig Nielsen hevur møguleikan at gera tað, hann vildi hava undanfarna Løgmann, Aksel V. Johannesen, at gera.
Í 2017 vildi Sambandsflokkurin nevniliga hava Aksel V. Johannesen at almannakunngera skjølini.
Tá vísti Sambandsflokkurin á, at orsøkin til, at øll landsstýri hava noktað almenninginum innlit í skjølini um samráðingarnar, er, at samráðingarnar eru ikki lidnar.
Men sambandsflokkurin vísir á, at ongar samráðingar hava verið um fullveldi í meira enn 16 ár, og tí er einki hald í grundgevingunum.
Tá segði Sambandsflokkurin eisini, at tey undirstrika týdningin av, at øll skjøl í sambandi við fullveldissamráðingarnar, sum hava skatt Føroyar almikið, verða leysgivnar alt fyri eitt.
Beinta Løwe Jacobsen sigur, at tá ið Sambandsflokkurin í 2017 helt, at hetta var ein grundgeving uttan hald í veruleikanum, skuldi ein trúð, at núverandi løgmaður og formaður Sambandsfloksins, fer at geva almenninginum innlit í skøl og fundarfrágreiðingar frá fullveldissamráðingunum.
Men vil hann ikki geva innlit í skjølini, vil hon hava at vita um tað er tí, at fullveldissamráðingarnar ikki eru lidnar enn - og um sostatt gongd er í teimum.