Hevði fólkatingsval verið í dag, hevði verandi stjórnarsamgonga fingið ein dyggan frammaná, og valið hevði serliga kostað Sosialdemokratunum dýrt. Teir høvdu fingið 17,5 prosent av atkvøðunum og høvdu mist 13 av teimum 44 tinglimunum. Tað vísir ein nýggj meiningakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri kringvarpið DR.
-Hetta er verri enn skriðuvalið í 1973 og verri enn valið í 1998, tá Nyrup breyt lyftið um eftirlønina, sigur valgranskarin Kenneth Thue Nielsen við DR.
Eftir kanningini hjá Epinion høvdu stjórnarflokkarnir og Eindarlistin fingið 42,3 prosent av atkvøðunum, og tann borgarliga andstøðan hevði fingið 57,7 prosent. Í Fólkatinginum hevði eitt tílíkt úrslit givið andstøðuni 101 tinglimir og stjórnarsamgonguni 74. So koma tey føroysku og grønlendsku umboðini afturat.