Nú hendir tað!

Tað var gleðiligt at hoyra útvarpið senda orðaskiftið á tingi fríggjadagin tann 28. august.

Við takksemi fóru tankarnir enn eina ferð til valdagin tann 30. apríl, fyri bert fýra mánaðum síðani. Tá valdi Føroya fólk eitt nýtt løgting. Í hesum tingi er ein meiriluti fyri at vit skulu skipa okkum sum eitt frælst land, og samstarva við onnur lond í tann mun sum tað hóskar tjóð okkara.

Hetta er eitt úrslit av tí strevi, sum farið varð undir á jólafundinum 1888. Ættarlið eftir ættarlið av fosturlandsins bjartastu synum og døtrum hava síðani droymt um at røkka hesum máli.

Heppin eru vit, sum liva í hesum døgum, tí nú gerst hetta veruleiki. Okkara verður tann setningur at taka við frælsinum og gera land okkara til eitt gott stað at búgva í hjá øllum landsmonnum okkara.


Zakarias Wang