? Tað er nógv fyri, at vit hálvavegna verða skuldsett fyri ikki at skilja støðuna og fyri at seta krøv, uttan at hugsa um framtíðina.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum er grundleggjandi ósamdur við Bjarna Olsen, formann í Búskaparráðnum.Í samrøðu við Sosialinum mikudagin helt Bjarni Olsen, at lønarvøksturin í Føroyum skal helst ikki verða 2-3 prosent.
Verður talan um størri lønarhækking, fer tað at skaða okkara kappingaføri.
Hetta kemst av, at í londunum, vit kappast við, verður roknað við einum lønarvøkstri uppá 2-3% um árið.
Hann vísti á, at hóast tað eru nógv onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi, eigur lønarvøksturin uttanlands at vera ein týdningarmikil leiðbeining hjá okkum at halda okkum til.
Hesum er formaðurin í Starvsmannafelagnum heilt ósamdur við formannin í Búskaparráðnum í.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at tað fremur avgjørt ikki okkara kappingarførið at halda lønirnar í Føroyum niðri, samstundis, sum lønirnar í londunum rundanum okkum hækka.
? Vit hava fleiri ferðir víst á, at grannalondini hava yvirhálað okkum, tá ið ræður um løn.
? Og tað má vera øllum greitt, at eitt láglønarsamfelag skapar einki kappingarføri.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at enda vit sum láglønarsamfelag, verður avleiðingin, at fólkið rýmir til grannalondini, har lønirnar eru hægri.
? Harvið missa vit eisini kunnleikan av landinum. ? Tí verður endin bara tann, at vit noyðast at keypa fólkið og kunnleikan aftur til landið í dýrum dómum, so hvørt vit hava brúk fyri tí.
Gunnleivur Dalsgarð vísir eisini á, at tað eru ikki limirnir í Starvsmannafelagnum sum tyngja útreiðslurnar hjá tí almenna. ? Hinvegin er miðfyrisitingin bólgnað upp við stjórum og leiðarum seinastu árini, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Kann skaða semingsroyndirnar
Gunnleivur Dalsgarð heldur, at úttalilsi hjá Bjarna Olsen kann skaða semingsroyndirnar.
? Tað er ikki heppið at hann sum stjóri á einum almennum stovni hevur ásett vøksturin í prístalinum til 4,7.
? Tað er hetta talið, sum vit hava hildið okkum til. ? Tað er eisini hetta talið, sum pensjónir, lestrarstudningur o.a. er roknað út eftir.
? Síðani situr hann á odda í einum serfrøðingabólki, sum kemur fram til eitt heilt annað prístal.
? Men aftaná alt hetta, sigur hann í Sosialinum, at lønarvøksturin eigur ikki at verða meiri enn 2-3%.
? Tað er ringt at finna nakran samanhang í øllum hesum og tað er ikki undarligt at spyrja, hvar logikkurin er, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Og hann heldur, at hetta eru sera óheppin úttalisi, nú semingsmenninir royna at fáa okkum til samráðingarborið aftur.
Nógv fyri
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at hann sær sjónarmiðini og hugburðin hjá privatu arbeiðsgevarunum aftur í nógvum av tí, sum Bjarni Olsen førir fram.
? Tað er nógv fyri, at vit hálvavegna verða skuldsett fyri at seta lønrkrøv fram, uttan at hugsa um framtíðina og uttan at skilja støðuna.
? Hvør skal siga, at vit hava onki lært at tí, sum farið.
? Hetta er ein undarlig niðurgerðing av okkum.
? Tí er tað nakar, sum hevur følt sviðan av kreppuni í nítiárunum, eru tað limirnir í Starvsmannafelagnum.
? So er tað nakað, sum vit ikki vilja, so er tað at enda í somu støðu einaferð afturat.
Vilt tú harvið siga, at Bjarni Olsen hevur latið tey sjónarmið, sum hann møguliga hevur sjálvur, koma framum tey fakligu sjónarmiðini?
? Tað sigi eg ikki. Men tað er eitt merkiligt samanfall millum tað, sum hann sigur, og sjónarmiðini hjá privatu arbeiðsgevarunum. ? Eg eri púra vísur í, at sjónarmiðini hjá teimum privatu arbeiðsgevararunum viga rættiliga tungt í tí, sum formaðurin í Búskaparráðnum førir fram.
? Og eg haldi, at tað nógv fyri at skjóta okkum í skógvarnar, at vit ikki skilja støðuna.
? Tí er tað nakar, sum kennir avleiðingarnar av, at eitt samfelag brennur saman, so eru tað vit.
Eiga at fáa eitt herðaklapp
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at tað, sum Starvsmannafelagið førir fram, er, at nú er tíðin komin at geva almennum starvsfólki eitt sindur aftur av tí, sum tey hava latið frá sær í kreppuárunum.
? Nú, tað aftur er farið at ganga betri í samfelagnum, haldi, eg, at tey alment løntu hava uppiborið at fáa eitt herðaklapp fyri at vit vórðu við til at bera rættiliga tungar byrðar øll kreppárini.
? Vit eiga at fáa ein lítlan part av framgongdini í samfelagnum hesi seinastu árini.
?Tí limirnir í Starvsmannafelagnum hava sanniliga víst afturhald og varsemi.
? Øll níti-árini er lønin hækkað 95 krónur um mánaðin tilsamans.
? Tað er einasti ágóði í krónum, sum limirnir í Starvsmannafelagnum hava fingið.
? Vit hava stríðst tað mesta av nítiárinum fyri at fáa tað aftur, sum vit læntu landskassanum, tá ið ringast stóð til í kreppuni.
? Men enn er langt á mál. ? Vit hava hvørki fingið lønina, karendsdagar, ella annað, sum vit máttu átaka okkum í kreppuni, aftur.
? Nú er framgongd í samfelagnum, og vit eiga okkara part, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Vit spurdu eisini Bjarna Olsen, um hann ikki helt tað vera rímiligt, at limirnir í Starvsmannafelagnum fáa tað aftur, sum teir mistu í kreppuárunun.
Men hann helt, at tað er fortíð og at tað nú er framtíðina, vit skulu byggja á.
? Tað er ov bíligt at málbera seg soleiðis, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
? Fortíðin er við til at skapa framtíðina.
? Tí er heilt sjálvsagt, at vit eiga okkara part av køkuni, nú framgongd er í samfelagnum, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.