ATHENA
Sum skilst, er tað komið Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í lógarmálum, eitt sindur dátt við, at Athena hevur ligið við bryggju, meðan útlendska manningin hevur skipað veiðina umborð á eitt frystifarmaskip.
- Vit hava ikki spurt Integratiónsministeriið um júst tann spurningin, tí hetta var mær vitandi ongantíð upp á tal. Nú skilji eg á løgregluni, at útlendska manningin hevur skipað veiðina umborð á annað skip, meðan skipini hava ligið við bryggju, og tá hava vit eina nýggja og keðiliga støðu.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevði annars spurt Integratiónsministeriið, hvussu Føroyar skulu fyrihalda seg, nú skipini hjá Thor í Hósvík, Athena og Poseidon, eru virkin í føroyskum sjógvi eina tíð – við útlendskari manning umborð.
- Svarið er, at uttanfyri 12 fjórðingar krevst ikki, at útlendska manningin hevur arbeiðsloyvi í Føroyum. Eru skipini í føroyskum sjógvi eitt styttri tíðarskeið, kann umskiping fara fram nakrar fáar ferðir einar innanfyri 12 fjórðingar. Verður veiðan umskipað reguliga yvir eitt longri tíðarskeiði, krevst eisini arbeiðsloyvi innanfyri 12 fjórðingar.
Annika Olsen vísir á, at nú løgreglan hevur staðfest, at útlendska arbeiðsmegin umborð á Athenu hevur umskipað veiði, meðan skipini hava ligið við bryggju, er hetta ein nýggj og keðilig støða.
- Eg haldi, at tað er ein avgerandi munur, tá avskipað verður á opnum havi – og við bryggju, leggur landsstýriskvinnan aftrat.
Hon sigur seg tó ikki duga at meta um, hvørt hetta fer at fáa avleiðingar fyri reiðaríið ella ikki.
- Løgreglan er eftirlitsmyndugleikin á útlendingaøkinum og er í løtuni í holt við at kanna málið. Um málið ikki fær nakrar avleiðingar, tí hetta kanska bara hendir ta einu ferðina – ella, um henda eina ferðin fer at elva til, at ákæra verður reist, liggur ikki í mínum hondum.
- Nú fáa vit at síggja, hvør úrskurðurin hjá løgregluni verður, leggur hon aftrat.
Sjálv heldur landsstýriskvinnan, at hetta málið hevur fingið eina keðiliga vend, nú tað er greitt, at avskiping er farin fram við útlendskari arbeiðsmegi, meðan skipið hevur ligið við bryggju.
- Men, sum sagt, eri eg ikki før fyri at meta um, hvat – og um nakað - kann spyrjast burtur úr hesum, sigur hon.
Annika Olsen vísir at enda til fiskiloyvi hjá skipinum, har manningin henni kunnugt ikki hevur fingið loyvi til at umskipa veiði í føroyskari havn.
- Henda vend, sum málið nú hevur fingið, undrar meg tí eitt sindur, og eg haldi, at hetta er keðiligt, sigur landsstýriskvinnan í lógarmálum.