Nú hava tey eitt fullfíggjað kappróðrarfelag

Í gjár var sermerktur dagur hjá kappróðrarfelagnum Knørri í Havn. Tey sjósettu eitt nýtt fimmmannafar og eitt nýtt 10 mannafar, so nú hava tey eitt fullfíggjað kappróðrarfelag

Í gjár sjósettu tey í kappróðrarfelagnum Knørri í Havn, eitt fimmmannafar til ungdómin og eitt tíggjumannafar til elituna í føroyskar kapprógving.

Magnus Gaard í Knørri sigur, at hetta er ein sermerktur dagur hjá felagnum, tí nú kann felagið lata seg umboða í øllum bátastøddum í kappróðrinum.

Eins og hinir bátarnir hjá felagnum, hava eisini teir báðir nýggju bátarnir nøvn úr kvæðinum hjá Sjóvarbóndanum um Ormin Langa.

Nýggja Fimmmannafarið eitur Tambar og felagið helt, at sjálvandi skal tíggjumannafarið eita Ormurin Langi.

Hinir bátarnir hjá felagnum eru Fimmmannafarið Jallurin, seksmannafarið Jarnbardur, sum sanniliga eigur síni spor á sigursskamlinum og so áttamannafarið Knørrur, sum er gamli Postbáturin og sum hevur havt eina umskiftiliga lagnu við nógvum sigrum og drúgvari oyðimarkargongd inn ímillum.

Felagið sigur, at tað er stórur áhugi fyri at manna fimmmannaførini hjá felagnum og nýggja tíggjumannafarið er mannað við bestu ítróttarmonnum í landinum ? siga tey í Knørri.