Nú hava læknar fingið eina beinleiðis skyldu til at boða frá, tá ið teir koma fram á ein sjúkling, sum er smittaður við corona.
Tað er greitt, nú ein spildurnýggj kunnferð er sett í gildi í dag.
Eftir henni skulu læknar, beinanvegin teir vita um ein sjúkling, sum er smittaður við corona, boða landslæknanum frá, bæði í telefon og síðani eisini skrivliga.
Eftir reglunum verða sjúklingar, sum eru undir illgruna fyri at verða smittaðir, sendir til kanningar. Og vísir tað seg, at viðkomandi er smittaður, skal læknin, sum hevur kannað hann, ella hana, boða landslæknunum frá alt fyri eitt.
Í fyrstu atløgu skal læknin ringja til landslæknan við boðunum og aftan á skal hann fylla eitt fráboðanarskjal út og senda tað til landslæknan og til Statens serum institut, stendur í kunngerðini.