Veðrið var sera gott á ólavsøku. Serliga ólavsøkuaftan royndist væl í Havn, men eisini ólavsøkudagur var góður, hóast veðrið var betri aðrastaðni í landinum í gjár.
Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verða dropar í luftini í dag.
Tað verður 2-7 m/s av eystri. Mest skýggjað veður og í støðum nakað av regni. Hitin verður millum 13 og 18 stig. Í nátt fer vindurin í landnyðring og verður 5-10 m/s, í støðum nakað av regni, men klárari út á náttina. Hitin verður um 12 stig.
Í morgin verður 5-10 m/s av landnyðringi, men vindurin minkar niður í undir 5 m/s av ymsum ættum. Turt og nakað av sól. Hitin millum 13 og 17 stig.











