H71 hevur trivaliga leiðslu í FTZ-deildini og líkist alt meiri einum finaluliði, men beinhørð kapping er um seinna finaluplássið, har KÍF, VÍF og Kyndil liggja stavn um stavn. Ein lykladystur var á Hálsi í dag, har Kyndil og KÍF hittust.
Tað leikti javnt á fystu løtuna, men tá ið farið var um miðan fyrra hálvleik dró Kyndil frá og kom á odda 11-6 áðrenn KÍF fekk pyntað um aftur soleiðis at støðan í hálvleikssteðginum var 11-8 til Kyndil.
Í seinna hálvleiki royndi KÍF at vinna seg upp á javnt aftur, men Kyndil varðveitti hesa tepru leiðsluna heilt fram til ímóti dystarenda, tá ið KÍF kom heilt upp á 22-21. Kyndil helt tó høvdið kalt og vann at enda dystin 25-22.
Bara í mars-mánaða hevur Kyndil vunnið sær fimm av seks møguligum stigum, og serliga eftir sigurin í dag ímóti KÍF, sum er beinleiðis kappingarneyti í stríðnum um FM-finaluplássið, eru teir grønu nú av álvara við aftur og hótta hini liðini.
Toppskjútti hjá Kyndli í dag var Hjalti Mohr Jacobsen við átta málum, meðan Rúni Joensen skeyt helvtina av málunum hjá KÍF, nevniliga 11.
Støðan í FTZ-deildini hjá monnum sæst HER.










