Tað er nógvur vindur ymsastaðni kring landið í kvøld. Hann er fyri tað mesta høgur í ættini, millum útnyrðing og landnyrðing.
Vánaligu veðurlíkindini hava eisini ávirkað flogferðsluna. Flogfarið úr Íslandi, sum skuldi lenda í Vágum klokkan 15.30, fekk ikki lent og endaði í Stavanger. Flogfarið úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda í Vágum klokkan 19.45, er avlýst í kvøld.
Veðurmátingarnar hjá Landsverki siga frá nógvum vindi í kvøld, og í Mykinesi hevur vindmegin verið heilt upp í 33 metrar um sekundið - og á Øraskarði á Fámjinsvegnum máldi Landsverk upp í 33 metrar um sekundið.
Aðrar støðir høvdu eisini nógvan vind í kvøld, og eitt nú vórðu 30 metrar um sekundið máldir á Brekkuni Stóru í Sandoynni og 28 metrar um sekundið við Norðskálatunnilin, eystaru megin.