Nógvur vindur og møguliga kavi seinni í vikuni

Ein hátrýstsryggur sum røkkur frá bretsku oyggjunum til Føroya, fer í ein landsynning. Seinnapartin nærkast ein hitabrúgv við regni Føroyum av útsynningi og síðani ein streymur av mildari luft av útsynningi. Mikunáttina kemur aftur eitt brúgvalag framvið av útsynningi, áðrenn ein minni hátrýstsryggur og kaldari luft kemur framvið. Hísdagin fara aftur brúgvaløg framvið okkum av vestri.

 

Í dag

Lot til andøvsgul av útsynningi, 4 til 9 m/s, sum lækkar í ein sunnan, um kvøldið hækkar hann í útsynning og vestan. Skýggjað og seinnapartin regn, um kvøldið ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn, umframt vandi fyri támi ella mjørka og hitin millum 6 og 10 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, seinnapartin og í annaðkvøld makar hann vindin. Skýggjað og okkurt æl, um kvøldið regn. Hitin millum 8 og 10 stig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum seinnapartin hækkar í ein norðan og útnyrðing og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Um náttina makar hann vindin í gul lot til andøvsgul, 4 til 8 m/s, av útnyrðingi. Skýggjað og regn, seinni ælaveður. Hitin millum 6 og 10 stig. Um náttina yvirhøvur turt og tað klárar í, og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Hósdagin

Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, við hørðum hvirlum. Fyrst turt og sólglottar, men sum frá líður skýggjað og regn, um náttina klárar í og ælaveður. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Fríggjadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, við hørðum hvirlum. Sum frá líður makar niður í lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 3 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella heglingur. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Leygardagin

Hann snarar í ein norðan og øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, út á náttina upp í stívt andøvsgul av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 6 stig.