Nógvur vindur kring landið

Rættiligt illveður hevur verið kring landið í dag, og Landsverk hevur mált hvirlur upp í 35 m/sek. Vindurin skal minka í kvøld, og síðst í vikuni verður góðveður Tað hevur verið sum um veturin í Føroyum í dag, hóast vit hava 7. juli. Nógvur vindur hevur verið, og nógvastaðni hevur eisini regnað illa.

Landsverk ger veðurmátingar kring landið, og har hava tey mált hvirlur upp í 35 m/sek í Suðuroy í dag. Fleiri staðni hevur miðalvindurin eisini verið rættiliga høgur.

Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður hjá Miðlahúsinum, roknar við, at vindurin minkar í kvøld. Í morgin verður framvegis nakað av vindi og ælingur, men fríggjadagin og dagarnar eftir tað góðveður. Um vikuskiftið verður lítil vindur, og hitin kann koma upp í 16 stig.