Eitt djúpt lágtrýst sunnan fyri Grønland fer í ein landnyrðing úr Íslandi og eitt tilhoyrandi brúgvalag kemur inn yvir Føroyar fríggjadagin. Leygardagin fer kuldabrúgvin framvið og síðani æl. Sununáttina fer eitt lágtrýst framvið beint norðan fyri Føroyar og síðani kemur nakað kaldari luft av norðri inn yvir okkum við vetrarælum. Í næstu viku fara brúgvaløg og djúp lágtrýst framvið beint sunnan og eystan fyri okkum.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, stundum regn og sirm og rættiliga támut. Hitin millum 6 og 10 stig. Í nátt makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 3 og 6 stig, seinni upp í 10 stig.
Tollaksmessudag
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, men út á dagin klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 4 og 8 stig. Um náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri, 10 til 15 m/s, og yvirhøvur skýggjað. Hitin millum 2 og 6 stig.
Jólaaftan
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, hækkandi í útnyrðing, 13 til 18 m/s, og um náttina makar hann vindin. Fyrst regn, seinni klárar í, tó okkurt æl, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin um 7-8 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Jóladag
Gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, sum út á kvøldið øtlar í stívt andøvsgul upp í strúk í vindi, 10 til 13 m/s. Skýggjað og stundum avfall, lutvíst sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
2. jóladag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi og norðri, 13 til 18 m/s, í støðum upp í storm, um 22 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, um 25 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 og 5 stig.
Mikudagin
Strúkur í vindi upp í skrið av norðri, 13 til 18 m/s, samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 2 og 5 stig.










