- Vit hava brúk fyri stívliga 80 fólkum, men tað stendur rættiliga á at fáa nóg mikið av fólki, sigur Jákup Eli Thomsen, virkisleiðari hjá Faroe Seafood í Vestmanna
Seinastu dagar hevur fiskavirkið hjá Faroe Seafood í Vestmanna tikið ímóti nógvum upsa.
Mánadagin landaði ísfiskatrolarin Vesturbúgvin 255.000 pund, og seinasta fríggjakvøld landaði Grønanes stívliga 120.000 pund.
Makkarin hjá Vesturbúgvanum, sum er Eysturbúgvin, landaði á Sandi og makkarin hjá Grønanesi, sum er Vesturtúgvan, landaði veiðina til Faroe Seafood í Havn.
Skipini høvdu so gott sum fulla last, og meginparturin av veiðini var upsi.
Jákup Eli Thomsen, virkisleiðari hjá Faroe Seafood í Vestmanna, sigur, at skipini hava roynt í eina viku ella so, og fiskurin er góður.
Á virkinum í Vestmanna er høvuðsframleiðslan upsaportiónir. Tey arbeiða í tveimum vaktum. Hin fyrra vaktin er frá klokkan 8-16 og hin seinna frá klokkan 16 til midnátt.
- Vit hava brúk fyri stívliga 80 fólkum á báðum vaktunum, men tað stendur rættiliga á at fáa nóg mikið av fólki, sigur Jákup Eli Thomsen, virkisleiðari.










