Fiskivinna
Tað er rættiliga nógvur upsi á føroyska marknaðinum í løtuni, men hóast tað, so hevur miðalprísurin hildið sær hampiliga væl. Tann størri upsin fer fyri góðar 5 kr. fyri kg. og tann smærri fyri slakar 5 kr. Miðalprísurin liggur tískil rundan um tær 5 krónurnar.
Nógvar landingar
Virkini, sum arbeiða upsa, hava úr at gera.
Mánadagin landaði Vesturskin út við 200.000 pund í Saltangará, harav sløk 160.000 pund var upsi. Mikudagin var Vesturvarði; teir høvdu eini 180.000 pund tilsamans, harav 140.000 pund var upsi.
Aftrat hesum hevur Fiskavirking í Saltangará keypt eini 25.000 pund av upsa frá Magnusi Heinason og eini 40.000 pund frá P/F Beta.
Væntandi landaðu tvey skip í Saltangará fríggjadagin. Tá ið vit frættu, var ikki endaliga greitt, hvørji skipini vóru, Akranes og Dragasund ella Akraborg og Varðborg.
- Vit fáa annað av hesum pørum hendanvegin, segði Jason Johannesen, virkisleiðari, hósmorgunin.
Trolbáturin, Niclas, landaði eisini í Saltangará fríggjadagin. Onnur virki keyptu hendan fiskin, tí væntandi var meginparturin av veiðini gráur fiskur.
Trýstir prísin
Jason Johannesen sigur, at marknaðarprísurin á upsa er einki serligur í løtuni, og tað trýstir eisini prísin á upsablokki, tá ið nógvar upsalandingar eru uttanlands.