Fiskivinna
Síðan sunnukvøldið er nógvur upsi landaður í Saltangará, og landararnir á landingarmiðstøðini hjá Beta hava havt heilt fitt at gera.
Partrolararnir Bakur og Stelkur landaðu nevniliga sunnukvøldið. Teir høvdu umleið 380.000 pund av upsa, sum teir høvdu fingið eystanfyri. Slagið var gott, og á landingarmiðstøðini siga tey, at skipini fingu væl av upsa eystanfyri stutt fyri vikuskiftið.
- Seinni minkaði fiskiskapurin nakað aftur, verður lagt aftrat.
Mánadagin landaðu Rókur og Lerkur. Teir høvdu eisini ein góðan túr, 440.000 pund tilsamans, sum teir eisini høvdu fingið eystanfyri.
Á landingarmiðstøðini siga tey, at onnur skip hava eisini hava landað í Saltangará í undanfarnu viku. Eitt nú hava skip úr Havn og Vágum eisini lagt veiðina upp í Saltangará.
Klassingar
Leirvíkstrolararnir Polarhav og Stjørnan, sum eisini plaga at leggja veiðina upp í Saltangará, eru í løtuni til klassingar. Skipini hava gjørt nakrar upsatúrar, síðan teir góvust á gulllaksaveiði seint í heyst.
Nú er ikki væntandi, at skipini loysa aftur fyri jólahøgtíðina, sum stundar til.
Á landingarmiðstøðini vænta tey, at nýggjasta parið hjá Beta, Heykur og Falkur, koma inn at landa fríggjadagin komandi.
- Skipini høvdu stívliga 500 kassar í morgun, sum er eini 300.000 pund, siga tey í Saltangará.