Norski Havrannsóknarstovnurin hevur gjørt eina meting av, hvussu nakrir av teimum týdningarmestu fiskastovnunum verða fyri tey næstu fimm árini. Niðurstøðan er, at útlitini fyri toskinum í Barentshavinum eru sera góð, men at tað er verri við hýsuni.
Ola Arve Misund, rannsóknarleiðari, sigur, at tann árliga toskakvotan í Barentshavinum verður væntandi umleið 850.000 tons tey næstu árini. Tað er væl oman fyri 600.000 tons, ið verður roknað sum tað søguliga meðaltalið.
Hinvegin minkar hýsustovnurin eystanfyri, og fiskifrøðingarnir siga, at kvotan, sum nú er 300.000 tons, verður helst ikki meiri enn 100.000 tons tey næstu fimm árini.










