Tað er ikki bert í Nólsoy, at gaman og tónleikur verður um vikuskiftið. Pubbin og Seglloftið á Tvøroyri bjóða tónleik, har Tróndur og Eyðun og Jonhild & manning fara á pall Í kvøld, fríggjakvøldið, fara Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni at undirhalda á Pubbini hjá Thomsen.
Eyðun er kendur úr Frændum og sum einstaklingur, og Tróndur er eisini kendur frá ymsum høpum og undir egnum navni. Teir spæla úr stóru sangskránni, ið teir hava.
Leygarkvøldið fer Jonhild A. Nielsen og manning at spæla til dans á Seglloftinum. Við sær hevur hon Knút H. Nielsen, Dagfinn Olsen, Hjalmar Magnussen og Rana í Trøðini. Har verður dansitónleikur at hoyra fyri bæði ung og tilkomin.