Í dag vóru meiri enn 200 tons á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum, og tað mesta var fiskur frá línuskipum, sum høvdu verið undir Íslandi. Tey høvdu rættiliga fitt av hýsu, men eisini nakað av toski, brosmu og longu.
Mest var av hýsu, umleið 70 tons, men prísurin var einki serligur. Tann størsta hýsan fór fyri 11,20 krónur, hýsa II fekk meðalprísin 10,19 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 8,29 krónur.
Heldur ikki toskurin fekk nakran serligan prís. Tær stóru støddirnar fóru fyri 12,50 krónur í meðal, og prísurin á toski III var 11,49 krónur.
Brosman hevur leingi ligið um seks krónur, og soleiðis var eisini í dag. Tað mesta av longuni fór fyri 11,00 krónur í meðal.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 210 tons í dag fyri knappar 2,4 milliónir krónur.