Nógvur skaði í Skúvoy

Í Skúvoy eru fleiri skaðar hendir. Eitt hjalstak farið og hevur gjørt skaða á hús, tak av úthúsi og partar av sethúsum fúka runt í bygdini. Tað segði Harri Jensen, bygdarráðsformaður, við útvarpið fyri løtu síðani. Hann greiddi frá, at onkur húsaklædningur hevur rivið, og at onkrar takplátur eru farnar gjøgnum rútar.

– Gøtuljósini eru farin, so vit síggja so illa, segði Harry Jensen, sum greiddi frá, at teiri vóru fimm mans sum vóru úti og royndu at bjarga tí, ið bjargast kundi.

– Her í Skúgvi er eitt verri skil nógv hús farin, skrivar ein í Skúgvi um sms-skipanin hjá okkum á Portalinum, sum hevur 225000.