Tá vit hittu eitt av teimum trimum umboðunum fyri Jelling festivalin, hevði hann longu funnið bólkin, ið skuldi vitjað Jelingfestivalin. Hetta, hóast vinnarin av Prix Føroyum kappingini enn ikki var kosin.
- Tað verður Týr, ið skal vitja Jellingfestivalin. Týr vóru originalir, hóast eg t.d. ikki visti av, at talan var um eitt kvæði. Eg helt, at hetta áttu teir at lønast fyri, sigur umboðið fyri Jellingfestivalin.
Sum so mangur annar, so metir umboðið frá Jelling, at nógv dygdargott var at velja í.
- Clickhaze var originalt. All That Rain leiktu sera væl, I Am dugdu væl og leiktu væl og sum heild vóru øll góð. Men sera nógvur harður rockur var á skránni og eg saknaði okkurt bleytari ímillum. Tí hugsaði eg eisini eina løtu um Tám, men til festivalin má taka hædd fyri heildarmyndini og tí fall valið á Týr. Týr er avgjørt ein bólkur, ið kann klára seg, sigur umboðið fyri Jyllingefestival, ið vit fingu orð á.
Eisini hesin gesturin var sera hugtikin av tiltakinum sum heild og hevði rósandi orð um Prix Føroyar sum heild.