Klaksvík: Um átta tíðina mánakvøldið var sløkkiliðið í Klaksvík boðsent til gamla Dávavirkið, sum stendur á bryggjuni á vestara armi.
Eldur var komin í á niðaru hædd í bygninginum, sum East Salmon brúkar sum goymslu.
Orsøkin var, at ein maður hevði skorið nøkur rør av í ovaru hæddini, og glóðir høvdu fest í fleiri vatnfiltur í niðaru hæddini.
Filtrini brendu framvegis, tá sløkkiliðið kom á staðið, men eldur var skjótt sløktur. Nógvur roykur stóð úr bygninginum, bæði meðan tað brendi, og eftir at tað var sløkt, men skaðin var lítil og eingin.
Nakað av laksi stóð inn í bygninginum, men hann var væl innpakkaður og varð fingin út beinanvegin.










