112
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Nógv ferðsluóhapp hava verið um vikuskiftið, og vildi verri til, kundi skaðin verið nógvar ferðir størri.
Leygardagin klokkan 11.08 varð boðað frá, at eldur var í einum bussi Millum Fjara. Talan var um ein leigaðan ferðafólkabuss, og nógv ferðafólk vóru í bussinum. Ferðafólkini vóru tó skjótt fingin úr bussinum, og eldurin var hildin undir tamarhaldi við eldsløkkjara til Skála Sløkkilið kom á staðið og fekk sløkt ordiliga.
Orsøkin til eldin er tann, at olja var likin niður á útstoytið, eftir at eitt stempul er farið út gjøgnum síðuna á motorinum, og tí er fest í.
Bussurin stóð við vegin til Oyndarfjarðar, og var talan tí bert um minuttir, áðrenn bussurin var í Norðskálatunnilinum, og tá kundi skjótt stór vanlukka staðist av tí.
Frontalt samanstoyt við Streymes
Fríggjakvøld um klokkan 18 var eitt ferðsluóhapp í Streymnesi. Ein bilur á veg suðureftir skuldi snara inn á Neystaveg, og skuldi tí tvørtur um vegin. Á veg norðureftir er ein bilur við at yvirhála ein annan bil, og hesir báðir renna so saman, tá annar ikki hevur sæð hin. At síggja til var talan um eitt ógvusligt ferðsluóhapp, men tíbetur var eingin persónskaði.
Fríggjakvøldið datt ein drongur á einum scootara í Hósvík, og ambulansa var send á staðið. Hon var tó send avstað aftur, tá drongurin ikki hevði meiðslað seg illa.
Sunnunáttina datt ein drongur á knallert í Havn, og løgreglan hevur verið á staðnum. Tó var tað ikki so álvarsligt.
Sunnudagin var eitt ferðsluóhapp við rundkoyringina á Argjum, tá ein bilur eftir øllum at døma hevði trupulleikar við bremsunum, og rendi á ein lyktapela har. Eisini her var bert talan um materiellan skaða.